Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin 10 ár

Tíðindaskriv

29. apríl 2006 varð Norðoyatunnulin latin upp á fyrsta sinni fyri almennari ferðslu. Tí eru heilir fýra dagar avsettir til ókeypis ferðslu í Norðoyatunlinum og skipað verður fyri føðingardagshaldið í Klaksvík hetta vikuskiftið.

Ferðslan hesi 10 árini er bara økt støðugt, so tað í dag koyra í miðjal um 2.500 akfør um samdøgrið. Dúgvan flutti síðsta árið, hon sigldi 300.000 fólk, 80.000 bilar og 12.000 lastbilar – Í dag táttar bara bilatalið gjøgnum tunnulin í 1 mill.

Ókeypis er at koyra í dag 5. 6. 7. og sunnudagin 8. mai.

Í sambandi við 10-ára dagin skipa Klaksvíkar kommuna og Klaksvíkar Handilsfelag fyri hópin av tiltøkum, har serliga handlarnir í Klaksvík hava ymisk tilboð og leingi opið.

Í býráðshøllini verður boðið til “Opið Hús” leygardagin 7. mai, har ymiskt leskiligt er at fáa, tónleikur, fyrilestrar, framsýningar og tilber at síggja og kunna seg um býráðshúsið. Eitt serligt listaverk er nýliga hongt upp á skrivstovuni hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim – Klaksvíksfarið, listaverk eftir Edward Fuglø.

Opið hús í Býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 7. mai

– Skráin sær soleiðis út:

Kl. 11.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini

Kl. 12.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri – Føroya Húsarhaldsskúli, nú og í framtíðini (fara at byggja nýggjan skúla í miðbýnum)

Kl. 12.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik

Kl. 13.00 Heini Ellingsgaard, verkfrøðingur SMJ – greiðir frá um Sjóhitaskipanina

Kl. 13.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik

Kl. 14.00 Skúlatrøð nýbyggingin – Svend Sivertsen, arkitektur hjá FuglArk greiðir frá um byggingina av stóru og spennandi skúlaverkætlanini.

Kl. 14.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik

Kl. 15.00 Regin Jacobsen, stjóri – Bakkafrost, útbyggingin á ídnaðarøkinum á Strond – heimsins størsta alistøð.

Kl. 15.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik

Kl. 16.00 Ósbjørn Jacobsen, arkitektur – Miðbýurin í Klaksvík, hvussu bleiv hann evnaður til?

Kl. 16.45 Pætur við Keldu spælir lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini

Eisini ber til at síggja framsýningar av ymiskum verkætlanum, sum verið hava seinastu 10 árini í kommununi, og Norðlýsið sýnir fram myndir av tunnilsarbeiðinum.

Høvi er eisini at hyggja seg um í býráðshúsinum, og at skoða Klaksvíksfarið, listaverk eftir Edward Fuglø.

Kaffi og okkurt gott verður at fáa – øll eru vælkomin!

Vinarliga

Dávur Winther

Mentanarleiðari

Harleywoodpaint