icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin ein serkønan fatækari

Oliver Joensen

Tað er ikki lukkuligt sum høvuðsstaðarpressan hóroyggjar sær í málinum um gegnið hjá SEV stjóranum.

Flestum øðrum tykir tað ógvuliga løgið at so vátt er í reiðrinum ímillum formannin í stýrinum hjá SEV stjóran, tí tað var tann tíð tá ógvuliga stutt var ímillum teir báðar.
Hvar man skógvurin trýsta hjá formanninum.
Margháttligt og álvarsligt er, at næstformaðurin í Umboðsráðnum, sum er úr Norðoyggjum í Dimmalætting kunngerð at hann hvørki er kunnaður ei heldur hevur hann fingið fundarboð um stóra átakið og krávið um kanning, sum stýrið við formanninum á odda hevur kravt.
Tað er onki at taka seg aftur í, at tá vit skulu leita eftir egnum serkønum fólki, í so stórum málum, sum at gera undirsjóvartunnlar, so eiga eygu okkara fyrst og fremst at verða vend á tey stóru feløgini í landinum, sum hava royndir á økinum. Sev hevur fingist við stór projektir í áravís og hevur eisini havt og hevur samskifti við stórar útlendskar veitarar.
Tað er tí ein natúrlig gongd, at vit seta fólk frá eitt nú SEV og Landsverkfrøðinginum at standa fyri slíkum arbeiðum.
Men tað eru summi, sum við smámannalyndi royna at bróta niður bert fyri at selja, og í so máta er sjónvarp okkara ongin eftirbátur.
Tíðindasendingarnar eru vanliga vánaligar, eitt nú langi sekvensurin týskvøldið, ið als ikki hoyrdi heima í eini tíðindasending, men heldur í eini sersending. So skal sjálvandi eitthvørt gerast fyri at sjónvarpið skal vera við og pinkulítlu avleiðingarnar av tí SEV stjórin hevði gjørt, vóru blástar upp til nakað stórt.
Vágatunnilin og SEV eru tvey feløg, ið kunnu kallast almenn, sjálvt um tey arbeiða sum sjálvstøðug partafeløg, men fyri føroyska brúkaran og skattgjaldaran er tað í prinsippunum eitt feitt hvør eigur eitt agregat, tað er í síðsta enda sami kassi sum skal gjalda.
Í rumblinum hava vit fingið burturúr, at nevndin fyri Norðoyatunnilin hevur mist nógva vitan og harafturat hevur næstformaðurin í Umsjónarráðnum, sum er úr norðuroyggjum als ikki verið kunnaður og tíansheldur verið við til avgerðirnar, sum stýrið hjá SEV hevur gjørt, hesar avgerðir hava gjørt, at stjórin hevur verið noyddur at siga seg úr álitisstarvið eftir innanhýsis kravi frá SEV. Løgið at næstformaðurin als onki hevur fingið at vita um hetta.
Er hetta eitt tilætlað álop á Norðoyatunnilin?