Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðoyatunnilin hátíðarheldur 20 ára dagin – Ókeypis at koyra í átta dagar! 

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006 og P/F Norðoyatunnilin hevur avgjørt, at frítt verður at koyra leygardagin 25. apríl til sunnudagin 3. mai

 

Hesar átta dagarnar eru tveir leygardagar og eisini sunnudagurin 3. mai, tá KÍ spælir á heimavølli móti Skála

Norðoyatunnilin kostaði 395 milliónir krónur at byggja og er 6,2 km langur. Av hesum eru 3,1 km undir Leirvíksfirði.

Norðoyatunnilin varð liðugur fyri tíðina, og tríggjar mánaðir fyrr enn tíðarætlanin segði, sluppu fólk og bilar at koyra ígjøgnum 6 kilometrar langa tunnilin.

  • Í 2005 vóru í meðal fluttir 329 bilar um Leirvíksfjørð hvønn dag við ferju. 
  • Í 2025 koyrdu í meðal 4.464 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag. 

 

Niðanfyri eru myndir frá fagnaðardegnum 29. apríl 2006.