Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin liðugur 1. mai

Oliver Joensen

Hóast sáttmálin ímillum NCC og P/F Norðoyatunnilin sigur at tunnilin skal vera liðugur 15´. august í komandi ári, so verður nú roknað við 1. mai.

Hóast nakað av trupulleikum var, tá tunnilsmenninir Borðoyarmegin vórðu komnir inn undir Háfjall, av vatni, sum settið undan fjallinum, so hevur arbeiðið annars gingið sera væl.
Nú tað styttist til liðugtgerðina av tunnlinum, verður roknað við, um onki óvanligt hendir, at tunnilin longu kann vera klárur at avhendað til P/F Norðoyatunnilin 1. mei. Tað er so í hvussu so er dagurin, sum arbeiðistakararnir hava sett sær sjálvum sum mál.