– Eg má siga at tað gekk yvir forvantning – og kreppan ávirkaði ikki hugin hjá klaksvíkingum at geva, sigur Løgmaður.
Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, vil ikki siga hvussu nógvar pengar hann fekk inn í Klaksvík, men hann sigur so mikið at um tølini sum kringvarpið bar fram eru røtt, so eru norðoyggjar rættiliga framalaga.
– Eg hevði í veruleikanum bara ein effektivan tíma. Innsavningin byrjaði kl. 8 men handlar og stovnar lata jú ikki upp fyrr enn kl. 10.
– Rættast hevði verið at byrjað kl. 10 og so endað kl. 14, men annars gekk tað sera gott.
– Blíðskapurin var heilt fantastiskur og eg møtti nógvum kenningum í Klaksvík og fólki sum eg havi arbeitt saman við – tíðina eg starvaðist á Kósini.
– Eg fekk góða hjálp frá lokalum kreftum, sum eitt nú Jákup Mikkelsen og tað var skjótt at boðini komu runt.
– Vit eru jú øll meir ella minni rakt av krabbameinssjúkum. Allar familjur hava mist onkran ella eiga onkran, sum hevur hvat krabbamein. Tí var hetta eitt sera gott átak – og fleiri høvdu onkra søgu at siga um royndir av sjúkuni.




