Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar kvøða í Íslandi

Danial Viðoy

Ung úr Klaksvíkar Dansifelag eru í Íslandi í hesum døgum í sambandi við at tónleikaævintýrið “Veiða vind” eftir Rakel Helmsdal verður framført í Hørpuni í Reykjavík.

Ung úr Klaksvíkar Dansifelag eru í Íslandi í hesum døgum í sambandi við at tónleikaævintýrið “Veiða vind” eftir Rakel Helmsdal verður framført í Hørpuni í Reykjavík.

Føroyska ferðaliðið fór úr Føroyum mánadagin og vóru longu á gistingarhúsi í Reykjavík á middegi sama dag. Tey hava upplivað nógv higartil og tey greiða soleiðis frá fyrstu døgunum:

Mánadagur: Klokkan 14.00 møttu vit í Hørpuni, har vit fingu eina rundvísing. Síðani fóru vit at venja saman við Íslendska symfoniorkestrinum, sum er stjórnað av Bernhardi Wilkinsyni í Eldborg salinum.

Tær fyrstu framførslurnar høvdu vit í gjár. Tann fyrsta kl. 09.30 og tann seinna kl. 11.00. Hvør framførsla varar í góðar 40 minuttir. Framførslurnar, vit høvdu í dag, vóru fyri barnagarðsbørnum í Reykjavík. Áleið 1000 børn eru til hvørja framførslu. Eftir framførslurnar fóru vit út í gongina at kvøða, har øll børnini kundu koma við í ringin.

Framførslan byrjar við at Symfoniorkestri spælir eitt stykki av “Ólavi Riddararós”, meðani frásøgumaðurin Benedikts Erlingssonar fortelur og dregur áhoyrararnar við sær á tónleikaævintýraferð. Síðani fortelur hann um føroyska dansin og um, hvussu føroyingar fortelja søguna um “Ólav Riddararós” í dansinum. Tá koma tey ungu úr Klaksvíkar Dansifelag á pallin at kvøða Ólav Riddararós. Áhoyrararnir tóku undir við niðurlagnum.