Tað er eitt scoop, at Djúpumýra nú kann gerast karmur um ein landsdyst. Tí eiga allir norðoyingar og fótbóltsáhugaðir føroyingar at bakka væl upp, nú U21 landsliðið skal endurtaka bragdi frá dystinum móti Fraklandi.
Vit á Norðlýsinum er spent upp á komandi avbjóðingina hjá føroyska U21 landsliðnum, ið veruliga hevur gjørt um seg, við eitt nú fantastiska flotta úrslitinum, ið ungu garparnir megnaðu móti Fraklandi.
Hvør hevði trúð, at franska landsliðið fór úr Føroyum við bert einum stigi í viðførinum?
Sæð við KÍ-brillum, hevur Børge Petersen og John Johannesen gjørt seg galdandi, og aftur hesaferð eru teir við í hópinum, ið skal møta Makedónia í Djúpumýru.
Landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur róð framundir at gera Djúpumýru til stadion hjá U21 landsliðnum, og tí eiga vit sum lokaløkið at lofta.
Umstøðurnar kring leikvøllin gerast betri og betri fyri hvønn dag, og hóast dysturin av givnum orsøkum er lagdur kl. 14.00 hósdagin 7. oktober, so verður vóna, at føroysku leikararnir fáa dyggan stuðul frá áskoðaraplássinum.



