Fíggjar- og tekniskanevndin hava viðmælt uppskotið um býarhegn til Norðoyri
Á býráðsfundinum týskvøldi skal býráði samtykkja at játta at flyta 600.000 kr. til byggibúning ella býarfríðkan.
Umsitingin hevur saman við borgarstjóranum umrøtt fíggjarviðurskiftini í smb. við málið um býarhegn á Norðoyri, tí býráðslimir skiltu býráðsfundin soleiðis, at umsitingin skuldi finna pengarnar innan fyri tað tekniska økið, og at hegnið kring Oyrarbygd tískil skal setast upp í summar.
Tekniska umsiting staðfestir, at talan er um eitt íløguarbeiði, sum umsitingin ikki kennir endaliga kostnaðin av, men verður mett, at upphæddin verður niðan fyri Kr 600.000.
Arbeiði við býarhegninum skal eftir ætlan byrjað skjótast gjørligt og standa liðugt til komandi summar.




