Norðsøki hevur avreitt í Vestmannaoyggjunum fyrr á túrinum í Íslandi.
Frá Sp/f Kallanes frætta vit, at Norðsøki fyrr á túrinum landaði 30.000 pund í Vestmannaoyggjunum vegna veður og eitthvørt smávegis brek. Nú hava teir fiskað í 7 dagar og hava umleið 50.000 pund inni. Teir byrjaðu vestantil, men eru farnir longur eystureftir. Veðrið í løtuni er gott og væntandi fiska teir í 2-3 dagar afturat, verður sagt frá Sp/f Kallanes.




