Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðsøki 80 ár í morgin mánadagin 7/11-22

Oliver Joensen

Norðsøki er bygdur í 1942 og siga menn, at hetta er elsta fiskifar í enn er í vinnu í føroyska flotanum, og eisini sigst Norðsøki at vera elsta fiskifar, evnað úr træi, sum enn er í vinnu, í danska flotanum. Norðsøki er nevniliga bygdur í Holbæk í Danmark í 1942.

Nógvir eigarar hava verið á skipinum, Kul & Koks í Danmark læt bátin byggja í 42 hjálagda “bilbrev” sigur at skipið á fyrsta sinni er skrásett 7/11 í 1942.

Norðsøki hevur borið navnið Eystfelli, tá fugloyingar hava átt í skipinum, men bar navnið Nakkur, tá tað vóru kunoyingar ið áttu.

Í 72 keyptu seks mans á Eiði Norðsøka og teir áttu hann líka til Norðsøki endaði í Klaksvik hjá Eyðólvi Vang, beint frammanundan hevði tó Hanus Hansen átt skipið eitt skifti. Í dag er sp/F Kallanes, við Eyðólvi Vang eigari.

Á Torradøgunum í ár hevði Óluva N. Djurhuus, sum er dóttir, Jákup A. Joensen á Eiði, sum var ein av eigarunum, ein sera áhugaverdan fyrilestur um Norðsøka. Í fyrilestri sínum las Óluva upp úr einum sera áhugaverdum statistikki, sum pápi hennara hevði ført øll árini frá 1972 og til 1997 har til ber at síggja, hvussu nógvar útróðrardagar teir hava fingið hvønn mánaða, hvussu nógv teir hava sett hvønn dag og hvussu nógv teir hava fingið: Skjalið sæst her. 

Í 1997 keypti partafelagið Bakur bátin og bleiv hann heimahoyrandi á Selatrað, har hann ikki bleiv minni væl røktur.

Sum flestum kunnugt, so rør Norðsøki framvegis út av Klaksvík. Í dag er tað sonur Eyðólv, Heri Vang, sum er skipari og í samrøðu við hann í dag, sigur hann, at hann er sera væl nøgdur við skipið. “Vit njóta gott av, at teir, ið hava átt bátin frammanundan hava hildið hann so sera væl. Vit eru eisini sera sárir um Norðsøka og syrgja fyri, at alt riggar, sum tað eigur og at báturin verður hildin í góðum standi í allar mátar”.

Norðlýsið ynskir eigarum og manning hjartaliga tillukku við degnum og góðan byr framyvir.