Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðsøki, 80 ára gamal útróðrarbátur

Oliver Joensen

Í dag hósdag, 24. februar kl. 17.00, á Torradøgum, hevur Óluva Nolsøe Djurhuus, eina framløgu, á Finastøðini, um tíðina hjá Norðsøka, tá Eiði var heimstaðurin hjá nú 80 ára gamla útróðrarbátinum, sum enn í dag er ímillum fremstu útróðrarbátar í Føroyum. Óluva er dóttir Jákup Joensen, ið var skipari á Norðsøka frá 1972 til 1996.

Norðsøki er bygdur í 1942 og siga menn, at hetta er elsta fiskifar í enn er í vinnu í føroyska flotanum, og eisini sigst Norðsøki at vera elsta fiskifar, evnað úr træði, í danska flotanum. Norðsøki er nevniliga bygdur í Holbæk í Danmark í 1942.

Um fyrstu søguna hjá Norðsøka skrivar Símun Hansen í Havið og vit I – Eystfelli, nú Nakkur (1945-1959) sum Óla Hansen o. a. hattarvíkskingar keyptu. Hetta var ein 60-tons bátur, ein “esbjergari”, sum hesir donsku snurrriváðsbátarnir vanliga hava verið nevndir. Eisini eftir at teir høvdu keypt hann, snurraðu teir við honum í Norðsjónum og seldu í Onglandi, eins og danir eru vanir, men síðan gekk leiðin til Íslands við línu. Seinnu tíðina hevur báturin rikið saltfiskaveiðu um sumrini í Íslandi, sildaveiðu um heystið og útróður vetur og vár.

Óla Hansen úr Hattarvík førdi9 hann tey fyrstu árini, Póul Niklái og Julius Purkhús tey seinnu.

Skráseting: Bygdur í Holbæk í 1942. Í 1945 keypir Joen Olaf Henry Hansen, skipari, Hattarvík, úr Danmark. 1946 keypir PF. Eystfelli Tórshavn skipið frá Olaf Hansen. 1950 keypir Johan Purkhús, Klaksvík skipið á tvingsilssølu, navnið skift til Nakkur. Seldur í 1959 til brøðirnar Dahl, Oyri.

Møtið fjølment til framløguna!

Fina-støðin á Stangavegi 23

Hósdagin, 24. februar kl. 17.00

Harleyfacadeacryl