Hýsuprísurin hevur verið ógvuliga lágur í seinastuni, tí seldi Norðsøki hýsu við kajkantin í fyri góðari viku síðani. Síðani hava teir lagt um til snellu. Fríggjamorgunin var farið vestur um, men, sigur Eyðólvur Vang, reiðari og skipari, tað gav lítið. Vit fingu 1000 pund meðan tað rak suður har vesturi og so bleiv einki.
Fóru so norður um leygardagin og har fingu vit um 5000 pund upp á dagin, leygardagin og sunnudagin, so tað var brúkiligt. Nú vit avreiddu vóru um 2600 pund upsi, ímeðan restin var toskur. Í upsanum var nógv nebbasild, men hon var ikki at síggja í toskinum, sigur Eyðólvur Vang.



