Seinnapartin í dag, kom Norðsøki aftur á Klaksvík, eftir at hava verið undir Íslandi á snelluveiðu. Hetta má sigast hava verið ein roktúrur. Teir fóru av Klaksvík 15. juli og nú vit skriva 26. er túrurin ikki meira enn góðar 10 dagar við sigling báðar vegir.
Áhugavert var á Pollinum í dag, at síggja Líðhamar og Norðsøka hittast har, sum so mangan áður. Á Kósabrúnni var sjálvandi móttøka av familjuni hjá teimum, ið hava verið við Norðsøka hendan frálíka túrin, sum helst verður goymdur í minninum í langa tíð. Sjálvt reiðarin og gamli skiparin, Eyðólvur Vang var á støð.
Vit sóu, at nógvur fiskur var í skipinum. Á køssunum á dekkinum stungu stertar upp úr hvørjari spjørr, ið varð løgd omanyvir ísaða fiskin, so hann helt sær sum longst. Vit fregnaðust hjá Hera Vang, skipara, um hvussu nógv hann væntaði at fongurin vigaði: “Minst 90.000 pund”, segði Heri og av veiðuni rokni eg við út ímóti 20.000 pund at vera toskur ímeðan restin er góður upsi.
































