Fyri løtu síðani tosaðu vit við Hera Vang, skipara á Norðsøka. Norðsøki var á søluni í dag og Heri Vang sigur, at nú hann hevur fingið vektarseðilin, vá fongurin í dag 11.300 pund. Upp á fyrispurning um hvar teir vóru, segði hann, at teir vóru vestanfyri og at umleið 2.000 pund av veiðuni var toskur ímeðan meginparturin av restini var hýsa.
Dalsenni uppgav 3.800 pund á søluni ímeðan Líðhamar gav knøpp 8.000 pund upp.


