Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er til tíðir góður her í januar mánaða.
Norðsøki var seinur aftur og seldi tí ikki hjá FMF í morgun. Men dagurin royndist væl, tí Norðsøki hevði 7500 pund. Hann royndi norðanfyri.
Norðsøki og nærum allir hinir bátarnir eru farnir til útróðrar aftur í kvøld og royna norðanfyri. Í morgin frætta vit væntandi um fiskiskapin í nátt.


