Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðsøki kom í morgun av íslandsmiðunum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Heri Vang, skipari á Norðsøka sigur, at hóast árið í ár ikki hevur roynst teimum so væl undir Íslandi, sum okkurt annað árið, so er hann nøgdur við tað teir hava fingið burturúr. Í dag er 13 dagurin síðani vit fóru undir Ísland at royna, mest í Meðlandsbuktini og avreiða 53.000 pund á Kósini í morgun. Í ár hava vit gjørt tríggjar slíkar túrar, sum hava ligið stórt sæð á sama støði sum hesin og vit hava selt fyri umleið 1,4 milj. krónur fyri hesar tríggjar túrarnar í sumar, so vit eru nøgdir.

Á Kósini var Niels Olaf Sólvará klárur við trukkinum, so skjótt Norðsøki hevði lagt at, tí landast skuldi við tað sama. Niðanfyri nakrar myndir av Norðsøka tá hann kom aftur í sólskyninum og góðveðrinum í morgun.