Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki og Bragd fingu mest

Jákup Ósá

Útróðrarbátarnir hava verið úti í nátt og í dag.

Tað var eitt sindur misjavnt, hvussu hilnaðist. Men Norðsøki og Bragd høvdu góðar túrar og nærkaðust teimum 10.000 pundunum.

Bátarnir í Norðoyggjum mettu veiðina soleiðis sambært Fiskamarknaði Føroya:

Norðsøki 9200 pund

Bragd 9200 pund

Líðhamar 7610 pund

Brandur 4440 pund

Kallanes 3890 pund

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, sigur, at teir royndu sunnanfyri og høvdu 50 stampar við hendan túrin. Tað er næstan 200 pund uppá stampin, sum er sera gott fiskarí. Størsti parturin var hýsa. Tveir mans vóru við Bragd hendan túrin, so talan var um ein av teimum heilt góðu døgunum hjá Bragd.