Báðir royndu vestanfyri.
Báðir royndu vestanfyri.
Eyðálvur Vang, skipari á Norðsøka, sigur við Norðlýsið, at teir høvdu 54 stampar við og fingu áleið 8500 pund, nú teir sigla inn til Sørvágs at avreiða. Líðhamar hevði eisini áleið 8500 pund. Báðir avreiða í Sørvági og fara avstað aftur í kvøld. Størsti parturin hjá bátunum, ið royna vestanfyri, er toskur og hýsa.
Brandur avreiður á Toftum og sambært FMF, so hevur hann stívliga 6000 pund. Prísurin er góður í hesum døgum.




