Nú eru sjey dagar gingnir, síðani Norðsøki fór á Íslandsmiðini á snelluveiðu. Vit hava tosað við Hera Vang skipara í morgun. Jú, Heri Vang, skipari letur sera væl at fiskiskapinum. Fyrsta dagin vit komu yvir brúktu vit mest til at rigga okkum til, so tá kom ikki so nógv burturúr. Harafturat hava vit mist ein dag fyri veður, men síðani hevur verið rokfiskiskapur hvønn dag.
Størsti dagurin var kanska í gjár tá vit fingu knapt 17.000 pund annars hava dagarnir ligið frá 11.000 pund og nakað omnfyri tað. Higartil í morgun hava vit ikki fingið so nógv, helst eini 1800 pund. Báturin er farin at fyllast, vit hava um 62.000 pund inni, so vit hava ligið á toskinum í morgun. Um tað ikki gongur frægari við toskinum, fara vit út aftur á kantin eftir upsa fyri rest. Vit rokna við at skula landa í Klaksvík mánadagin ella týsdagin, tað veldst um hvat passar Kósini best, tí sum kunnugt so er Ólavsøka í komandi viku, sigur Heri Vang at enda.



