Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðsøki roynir helst til fríggjadagin

Oliver Joensen

Útróðrarbáturin Norðsøki eigur kvotu til snelluveiðu undir Íslandi. Teir eru har fyri tíðina. Tá vit tosaðu við Norðsøka fyri løtu síðani, søgdu teir seg vera nøgdar við veiðuna. Teir høvdu tá góð 50.000 pund, mest av upsa og nakað av toski, inni. Tað var Finnbjørn Vang vit tosaðu við umborð. Hann segði okkum, at Norðsøki helst fór at royna til fríggjadagin.