Norðsøki er á veg aftur av útróðri í dag. Teir verða á Klaksvík um eina løtu og Eyðólvur Vang, skipari sigur, at teir hava havt ein góðan dag sunnanfyri í dag. Veðrið hevur verið av tí besta, vindur kom ikki fyrr enn nú. Vit hava um 8.000 pund av toski og knapt 2000 pund av hýsu. Hesa vikuna hevur Norðsøki fingið umeið 42.000 pund til samans, so vit kunnu ikki lata illa at, sigur Eyðólvur at enda.



