– Hetta er fyrsti túrurin í ár at manningin ikki far minstuløn, sigur reiðarin Asbjørn Djurhuus.
Norðsøkin hevur roynt við snellu undir Íslandi og hóast veðrið var heldur buldrasligt, so royndist fiskiskapurin væl.
Í gjár løgdu teir 92.000 pund av Upsa upp á Løgharmri i Vági og sambært reiðaranum var prísurin brúkiligur.
– Vit fingu einar seks krónur pr. kg. so vit eru nøgdir. Men árið er ikki gott og hetta er fyrsti túrurin í ár at manningin ikki far minstuløn.
– Hetta er uttan samanbering ringasta várið vit hava havt síðan við keyptu bátin og høvuðsorðsøkin til hetta er fiskaprísurin, sum hevur verið helvtina lægri enn hann hevur verið seinastu árini.
– Tað sigur seg sjálvt at samanlagt fer hálvársúrslitið saman veg sum hønan skavar.




