Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðstreymoyar Sjálvstýrisfelag sett á stovn

Jóhann Lützen

Á stovnandi fundinum hjá Norðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, hóskvøldið 3. apríl vórðu Jens Ivan í Gerðinum, Egil Heinesen og Jóhan Jógvansson valdir í nevndina.

 

 

Sjálsvstýrið skal styrkjast í øllum landinum, og tí er gjørt av at býta Streymoynna í tvey feløg, eitt í Suðurstreymi og eitt í Norðurstreymi.

Virknu lokalfeløgini í Sjálvstýri eru Norðoya Sjálvstýrisfelag, Norðstreymoyar Sjálvstýrisfelag, Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag og Suðuroyar Sjálvstýrisfelag.

Í november var Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag sett á stovn. Nevndin skipaði seg við Jóhan Marni Stenberg, sum formanni, Randi Meitil, sum næstforkvinnu og Eyðun Mørkøre, sum skrivari og Eyðun Mørkøre sum landsnevndarlimi.

Ætlanin er eisini at stovna feløg í Vágum og Sandoy.

Sjálvstýrið fegnast um enn eitt stig á leiðini til at endurreisa flokkin í arbeiðinum fyri aftur fáa umboðan á Føroya løgtingi.

Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í hølunum hjá bátafelagnum á Bakka á Glyvrum í morgin, 5. apríl klokkan 14:00.

 

Harleywoodpaint