Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í FullPower hóskvøldið

Norðstrok

Hóskvøldi klokkan 19:30 hevur Norðstrok hugnakvøld í Fullpower við kaffi, súkklurágeving, og onkrum áhugaverdum uppleggi.

Kendu súkklaranir Gunnar Dahl Olsen og Jákup Petur Eliasen koma at rágeva innan súkkling, og møguligt verður at síggja ymisk sløg av súkklum.

Tað eru nógvir ymiskir møguleikar innan súkkling, og sera ofta fáa vit spurningin: “hvat fyri súkklu skal eg keypa”? Hetta fara vit at yvirlatað til serfrøðingarnar at svara uppá.

Tiltakið er fyri øll og er endamálið, at hjálpa fólki at finna røttu súkkluna til at koma í gongd við at súkkla.

Til tey meira royndu ynskja vit, at hava hugna og samanhald, og hvør veit um ikki eitt gott súkkluprát kemur burturúr.