Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norður Jól 2022 

Jóhann Lützen

Einsog undanfarin ár verður Norðurjól aftur á skránni í desembur í ár. Eins og undanfarin ár er endamálið at skapa eitt savnandi tiltak, har øll í býnum kunnu taka lut. Øll eru tí vælkomin at gerast ein partur av Norðurjól og harvið birta lív í ein savnandi, fjálgan og hugnaligan bý í jólamánaðinum.

Vættrar, nissur, mandarinir og jólakalendarar bjóða tær longu vælkomin, tá tú kemur í handlarnar í dag. Hetta er greitt tekin um, at jólini nærkast í hvørjum. Og eitt er vist, at tá er serliga hugnaligt at vera í Klaksvík.  

Undarfarnu árini hava ymiskar royndir verið gjørdar at skipa fyri Norðurjól sum eitt slag av fevnandi átaki fyri allar norðingar og onnur fólk í Føroyum. Árið í ár einki undantak í so máta. Ætlanin er tó, at Norðurjól hesaferð fevnir um allan býin ogá tann hátt skapar karmar um ein hugnaligan og fjálgan jólamánaða við nærveru og góðum upplivingum, bæði fyri børn og vaksin.  

Norðurjól er tí eitt felags átak fyri øll, sum á ein ella annan hátt hava hug til

  • at skapa nakrar hugnaligar dagar í Klaksvík. Tað kann millum annað vera við at selja brendar mandlur við skoytibreytina, at selja heimavirkaði klæði,
  • at skipa fyri tiltøkum ella á annan hátt skapa eitt hugnaligt huglag í býnum. Endamálið við Norðurjól er
  • at skapa góðar karmar, sum kunnu savna saman bæði felagsskapir, mentanarlív, vinnulív og øll onnur.  

 

Savna saman tiltøk undir eini felags skrá  

Umframt hetta ynskir Norðurjól at savna saman kunning um alt tað, sum verður á skrá í desembur mánaða í Norðuroyggjum. Hevur tú, antin sum einstaklingur, sum felagsskapur ella sum handil, eitthvørt á skrá, so send ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo, har tú greiðir frá tínum ætlanum. So kemur tiltakið hjá tær við á felags skránna, sum verður send út, umframt at lýst verður við tínum tiltaki á sosialu miðlunum undir Norðurjól.  
Einki tiltak er ov lítið, einki tiltak er ov stórt og gleða samskipararnir seg til at frætta frá tær. Freistin at siga frá tiltøkum er fríggjadagin 18. novembur. Aftaná hetta frættir tú aftur frá samkiparunum, sum seta tiltakið hjá tær á skrá saman við øllum hinum tiltøkunum, sum verða á skrá í jólamánaðinum.  
 

Hugnaligar smáttur fyri øll  

Rundan um skoytibreytina verða smáar smáttur settar upp, har til ber hjá øllum áhugaðum at selja vøru, sum tey sjálvi virka til. Hetta kann vera bundnar troyggjur, heitt kakao, skóleistar, nýbakaðar vaflur, heimagjørd stearinljós, súltutoy frá rabarbum í havanum, jólaprýði og so framvegis. Øll áhugaði eru vælkomin at selja onkran dag í smáttunum. Send ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo og greið frá tínum ætlanum, so hoyrir tú aftur frá samskiparunum sum skjótast.  
 

Afturvendandi tiltøk aftur á skrá  

Av teimum afturvendandi tiltøkunum, sum eisini vera á skrá í jólamánaðinum, kunnu vit millum annað nevna væl vitjaðu skerpiskjøtskappingina, har bóndir kappast um besta skerpikjøtið. Hesuferð verður navnframi Gutti Winther ein av dómarunum. Kappingin plagar at vera væl umtókt og fer allur peningurin, sum kappingin savnar inn, til eitt vælgerandi endamál. Nærri kunning um skerpikjøtskappingina kemur seinni. Eisini jólakøkuhúsakappingin, har møguligt er hjá øllum at kappast um at gera vakrasta jólakøkuhúsið, verður aftur á skrá. Skoytibreytin í miðbýnum verður opin sum vanligt og koma nissur javnan at vitja á økinum við klemmum, søgum og spølum fyri børnini. Eisini verður skipað fyri ljósgongu úti íGrøv, har øll børn í býnum fara at leita eftir nissum, sum goyma seg aftanfyri trøini í vøkru viðarlundini.  

 

Nissuvinur í Klaksvík  

Vit kenna øll til hugtakið at hava nissuvinir í skúlaflokkum, á arbeiðsplássum og so framvegis. Við Norðurjól ynskja vit at bjóða øllum íbúgvum í Klaksvík at gerast nissuvinur. Hetta verður skipað á tann hátt, at tey, ið ynskja at verða við, senda ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo. Seinni fáa tit ein teldupost aftur við navni og bústaði hjá tí, sum tit verða nissuvinur við. Í jólamánaðinum kunnu tit í duldum senda fittar heilsanir til tykkara nissuvin; antin við at senda eina jólaheilsan við postinum, at seta ein lítlan pakka uttanfyri úthurðina, at leggja nýbakaðar bollar á trappusteinin ella okkurt heilt annað. Ein nissuvinur avdúkar ikki seg sjálvan, so alt hetta skal sjálvandi gerast í loyndum.  
Tá jólaaftan nærkast, kunnu tit so sjálvi velja at avdúka tykkum sjálvi – ella at lata vera. Tað er upp til hvønn einstakan nissuvin at taka støðu til. Endamálið við nissuvinunum í býnum er at skapa samband millum íbúgvarnar í Klaksvík og saman at gleða hvønn annan.  
 
 

 
Forvitnislig skerpikjøtskapping 

Tann 17. desembur verður skipað fyri skerpikjøtskapping. Gutti Winther verður gestadómari og kemur at hjálpa til. Pengarnir fara, eins og undanfarin ár, óskerdir til jólagávur til Barnaheimið.  
Allir luttakarar til skerpikjøtskappingina verða eisini boðnir við til Bóndamarknað úti a torginum, uttan kostnað. Vit vænta at kunna bjóða tykkum undir tak uttanfyri og hava eina hitalampu um neyðugt.  
Café Fríða stuðlar vid føroyskum, heimabakaðum rugbreyði.  
Kappingin byrjar kl 12 og vinnarin verður funnin kl. 17.  
 

 
Hevur tú eitt gott hugskot?  

Hevur tú okkurt hugskot til Norðujól ella ynskir tú at selja okkurt í smáttunum við skoytibreytina, so send ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo áðrenn fríggjadagin 18. novembur og greið frá tínum ætlanum. So venda samskipararnir sær aftur til tín sum skjótast.  
 

 
Vilt tú við á felags skránna fyri Norðurjól í Klaksvík?  

Hevur tú okkurt tiltak ella annað, sum tú ynskir at fáa við á skránna fyri Norðurjól? So send ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo áðrenn fríggjadagin 18. novembur.