Nogv forvitnisligt í Vágstúni í morgun. Tá vit vitjaðu við myndatólinum í morgun, vóru 17 sangarar júst á palli. Inni í teltinum var nógvur aktivitetur, har vóru millum onnur Joe Coel við sínum trævørum, Húsafólkini við rabarbusaftini og ymiskum øðrum. Jóannes Kallsgarð av Trøllanesi við alskins sera vøkrum handverki úr smiðjuni á Trøllanesi. Bóndagarðar við kjøti og ymiskum úr gørðunum. Heimabundið, jóladekoratiónir, matur, kaffi ja sigast skal ikki her frá øllum.
Gangið ein túr í Vágstún. Veðrið var gott fyri løtu síðani og veðurmenninir siga frá minkandi vindi og vesturætt seinnapartin. Skráin fyri Norðurjól í dag, sæst aðrestaðni her á síðuni.














































