Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendingar á flogvøllinum í Brússel

Helgi Abrahamsen

“Onkur rópti “bumba”, og øll runnu burtur.” Tað sigur Normaðurin Johan Tandberg, sum var á Zaventem flogvøllinum í Brússel í morgun, har tvær bumbur eru brostnar.

Minst 13 fólk skulu vera deyð av bumbunum.

Johan Tandberg var á veg heim frá arbeiði sínum í Vestur-Afrika, og var millumlendur í Brússel, tá bumburnar brustu.

“Fólk runnu runt og vistu ikki hvat hendi,” segði Johan Tandberg við blaðið VG.

Ein dani, Asger Paludan-Müller, sigur við DR, at hann situr í einum flogfari sum stendur á flogvøllinum, og tey sleppa ikki úr flogfarinum.

“Tey eru í ferð við at flyta fólk av flogvøllinum og vit hava fingið boð um, at vit skuldu verða sitandi umborð í nakrar tímar,” sigur hann.

Hann sigur eisini, at tað skapti ótryggleika umborð, tá boðini komu um, at flogfarið skuldi verða standandi á breytini. Fólk hugdu á fartelefonirnar og sóu har hvat var hent.

“Eg havi tað gott, og tað kundi verið nógv verri. Fólk taka tað ógvuliga róliga, og eingin fjáltur er á fólki,” sigur hann.