Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendingar hyggja eftir venjing í Klaksvík

John William Joensen

Hesa vikuna er Fótbóltssambandið vertur fyri eini norðurlendskari ráðstevnu um menning av fótbóltsspælarum.

Ráðstevnan veðrur hildin á Hotel Føroyum frá týsdegnum til hósdagin, og venjarar, venjarainstruktørar og onnur úr øllum norðurlondum eru við til ráðstevnuna.

Seinnapartin mikudagin kemur norðurlendska ferðalagið til Klaksvíkar á vitjan. Luttakararnir skulu síggja onkra venjing í Føroyum, og FSF hevur biðið KÍ standa fyri eini serligari venjing í hesum sambandi. KÍ hevur í ár havt serligar talentvenjingar fyri úrvaldar spælarar í felagnum, og tað er slík venjing, sum verður mikudagin kl. 16.15.

Eftir venjingina verður prátað og diskuterað á Loftinum í KÍ-høllini, og mikukvøldið skulu luttakararnir eta døgurða á Hereford.