Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendsk navigatørkongress á Viðareiði

Danial Viðoy

Skipara- og navigatørfelagið í Føroyum er í ár fyriskipari fyri norðurlendskari navigatørkongress, ið m.a. hevur til endamáls at styrkja fatanina millum siglandi tjóðir. Føroyar fáa nógv gott burturúr hesum døgum.

Í hesum døgum er umboð úr Svøríki, Finnlandi, Danmørk, Noregi, Íslandi og Føroyum á Hotel Norð á Viðareiði.

Navigatørkongressin millum londini ger fatanina millum londini betri. Mál av felags áhuga verða viðgjørd, og eisini ráðføra londini seg við hvørt annað. Fyri føroyingar eru tað tey smáu londini, ið føroyingar læra mest av.

Hendan kongressin hevur vara í góð hundrað ár. Føroyar hava bert verið við í 30 ár.

Umframt fundarvirksemi, fyrilestrar og annað, ið eini kongress til hoyrir, er eisini tíð til hugna og sosiala tilveru. Og ikki kann sigast annað enn, at veðrið á Viðareiði leggur upp til tað. Tað er í roynd og veru ikki veður at sita inni og fundast.