Á fundi í Esbo í Finnlandi hava norðurlendsku ráðharrarnir ið umsita norðurlandamál avgjørt at gera felags leiðreglur um, hvussu flóttafólk og tilflytarar kunnu gerast partur av samfelagnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum.
Tað var finski ráðharrin í norðurlandamálum, Anne Berner, ið stóð fyri fundinum. Hon sigur, at fundurin var fyrsta stigið í einum samstarvi, ið ætlanin er at menna við einum árligum fundi, har ávís viðkomandi evni verða viðgjørd. ”Við hesum vilja londini geva til kennar, at tey eru sinnað at samstarva um loysnir, ið kunnu røkkast gjøgnum Norðurlendska Ráðharraráðið,” sigur heimasíðan norden.org.
Finnland hevur leiðsluna í Norðurlendska Ráðharraráðnum í ár.




