Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðuroyggjar fyri vanbýti

Oliver Joensen

Nú niðurgongd er í samfelagnum, niðurleggur man tænastur í útjaðaranum fyri at kunna varðveita starvsfólkini í Havn. Sigur Karsten Hansen, løgtingsmaður m.a. í fyrispurningi sínum

Munligur fyrispurningur
til
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum

Viðvíkjandi miðsavnan av uppgávunum hjá Akstovuni

1. Góðtekur Landsstýriskvinnan, at Akstovan hevur flutt munandi part av uppgávunum,
sum áður hava verið avgreiddar í Norðoyggjum, til Havnar?

2. Er tað í samsvari við málsetningin hjá samgonguni at gera umstøðurnar hjá vinnulívinum
Í Norðoyggjum truplari , so tað verður minni kappingarført enn í Miðstaðarøkinum?

3. Um ikki, hví flytur man sýn av størri akførum til Havnar?

4. Hví sker man møguleikarnar at taka teori og koyriroyndir niður í eina ferð um mánaðin?

Viðmerkingar
Í samgonguskjalinum verður lagt upp til, at man í minstalagi skal varðveita almennu tænasturnar kring landið, og at nýtt virksemi har, tað er gjørligt, skal leggjast uttan fyri miðstaðarøki.

Tað, sum vit mugu staðfesta, er, at núverandi og undanfarna ABC samgonga miðvíst hava niðurlaga alment virksemi í Norðoyggjum:

Man hevur avgjørt at flyta Taks, at flyta Kommunulæknavaktina, at minka munandi um Postvirksemið, er í ferð við at niðurlaga Trygdarmiðstøðina, hevur minkað um virksemið á Klaksvíkar Sjómansskúla, man hyggur at, meðan sýslurnar verða fluttar til Havnar, og man góðtekur helst, at Akstovan skrúvar blussið niður.

Síðan 2003 hevur Akstovan fingið økt játtanina vegna tann stóra vøksturin í tali av akførum, koyrikortum og tænastum annars, og hevur sett fleiri fólk at avgreiða hendan vøksturin.
Nú niðurgongd er í samfelagnum, niðurleggur man tænastur í útjaðaranum fyri at kunna varðveita starvsfólkini í Havn.

Á Løgtingi 24. februar 2009

Karsten Hansen