Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norfra og Fiska-virking finna aðrar leiðir

Ólavur Ólason Poulsen

Eftir at hava hoyrt stjóran á Norfra klagað sína neyð í fjølmiðlunum, kann eg sum formaður í Klaksvíkar Útróðrarfeklag ikki lata hetta fara ósvarað, og skal eg hervið gera nakrar viðmerkingar til málið.

At Norfra hevur trupulleikar og ikki er kappingarført tá ið umræður at keypa rávøru, viðkemir hvørki fiskiflotanum ella politikkarunum.
Norfra og aðrir keyparar hava verið frammi í fjølmiðlunum í longri tíð og tosa um lágan dollarkurs og blíva við at rópa upp í saman í staðin fyri at finna aðrar marknaðir.
Alt hettar kann verða við til, at órógva politikkarar tá ið avgerðir skullu takast.  Her hugsi eg serliga um tær fríu marknaðarkreftirnar sum hava verið virknar í longri tíð. 
Henda góða skipan við einum vælvirkandi fisknamarknaði har alttjóða kapping  er um fiskin, er tað ið skal til fyri at varðveita kappingarførið innan fiskivinnuna bæði á sjógvi og landi.
Stjórin á Fiskavirking var frammi í fjølmiðlunum har hann stuðlaði stjóranum á Norfra, at bert fløk skuldu útflytast. Àlvara tos tit baðir, tit skuldu heldur roynt at havt hægri mál enn bert at tosa um fesk fløk.
Mín vón er at vinnan á sjógvi og landi fær frið at virka og framhaldani mennist og varðveitir kappingarførið.

Ólavur Ólason Poulsen
Formaður í Klaksvíkar Útróðarfelag