Norski stjórnarleiðarin Erna Solberg, úr Høgra-flokkinum, stríðist í løtuni við at finna semju um fíggjarlógina fyri 2017, nú tímarnir fækka, til tíðarfreistin gongur út mánadagin.
Norski stjórnarleiðarin Erna Solberg, úr Høgra-flokkinum, stríðist í løtuni við at finna semju um fíggjarlógina fyri 2017, nú tímarnir fækka, til tíðarfreistin gongur út mánadagin. Samráðingar eru í dag við Kristiliga Fólkaflokkin og Vinstra, og hesar samráðingarnar verða roknaðar fyri at vera seinasti møguleiki hjá stjórnini millum Høgra og Framburðsflokkin at fáa undirtøku fyri fíggjarlógini.
Hesir fýra flokkarnir hava í eina tíð sitið til samráðingar um fíggjarlógina, men fyrr í hesi vikuni slitnaðu samráðingarnar orsaka av spurninginum um grøn avgjøld á bilar. Men í morgun hevur Erna Solberg bjóðað stuðulsflokkunum til enn eina roynd at finna semju.
Um stjórnin verður noydd at leggja frá sær, so ber ikki til at útskriva val, tí eftir norsku skipanini kann val bara vera fjórðahvørt ár.




