Tað hevur leingi ljóða at norska samráðingarnevndin sum í løtuni er til strandalandasamráðingar í London hevur verið sera misnøgd við arbeiðsháttin hjá ICES at á seta TAC ella mest loyvdu veiðuna av makrel. Og sum Norðlýsið skilir fara strandalondini ikki at fylgja tilmælinum frá ICES um bert at fiska 900.000 tons av makrel sum er tað sama sum fiskað var í 2013. Í staðin er ætlanin at semjast um 1,2 mió. tons – men sum skilst er norska kravið at strandalondini tvífalda veiðun til at verða 1,8 mió. tons.

Í dag eru strandalondini á fundi í London og tað er ES sum í 2014 stjórnar samráðingunum.
Í dag verður mest tosað um svartkjaft og sum skilst byrja samráðingarnar um makrel einaferð í kvøld ella seint seinrapartin. Sum skilst eru flestu partarnir samdir um at áseta heildarkvotuna til at verða 1,2 mió. tons men Norra heldur í útgangsstøðinum fast um 1,8 mió. tons.
Sum skilst frá samráðingunum so er ICES ikki avvísandi fyri at fiskast kunnu meira enn 900.000 tons.