Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna á land á Viðarnesi í Havn

Oliver Joensen

Tá Norrøna um miðdagsleitið ídag skuldi inn í havnina í Havn, sýntist hon ikki at vinna á landnyrðinginum og bar við land á Viðarnesi ella grótkastinum niðanfyri trolvirkið Vónin.

Tá Norrøna um miðdagsleitið kom inn um molan í Havn og skuldi snara á stýriborð, vildi skipið ikki sum skiparin vildi og helt beina kós á Viðarnes, har tað stoytti ímóti. Skipið slapp tó leyst aftur og snaraði runt og út aftur, men tá bar skipið við molan. Síðani gjørdi skipið eina roynd afturat at koma inn í havnina, men júst tað sama hendi, skipið kláraði ikki upp ímóti vindinum og fór aftur á land á Viðarnesi.
Menn hava síðani tryggja skipið har tað hevur ligið restina av seinnapartinum. Sagt verður, at skipið hevur fingið hol á bakborðssíðu í tveimum støðum og í hvussu so er annað holið var niðanfyri vatngangin.
Annar skaðin var um 5 metrar langur og um ein metur breiður ímeðan hin var nakað longri, tó bert einar 20 cm til breiddar.
Sagt verður at 25 ferðafólk vóru við Norrønu hendan túrin og at øll ferðafólkini vórðu flutt í land við Rituni. Ongin mansskaði stóðst av óhappinum.