Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna avskipar fyri fyrstuferð í Ánunum

John William Joensen

Norrøna tók seg væl út í Ánunum í morgun og tað er ikki sørt at vit kunnu vera stolt av at flaggskip føroyinga liggur so trygt og væl

Í vetrarmyrkrinum í morgun lá stoltleiki føroyingar og avskipaði fyri fyrstuferð í góðshavnini í Ánunum.



Økið var stongt – sum vanligt er tá slík skip eru við bryggju og tollarar høvdu úr at gera. 



Trailarar og annar farmur kom í land og síðani fóru stóru trailarnari rullandi heim gjøgnum býin. 



Hóast nógv hevur verið tosað um at vegirnir í Klaksvík ikki eru egnaðir til hesa ferðsluna, so vísti hettar seg heldur ikki at vera nakar trupuleiki. 



Trailarar eru dagligur partur av býarmyndini og at ein trailari kemur nú og annar tá er tað ikki nakar sum býtur merki í og ei heldur er tað til ampa fyri ferðsluna. Eingin trupuleiki var heldur hjá trailarunum at koma gjøgnum rundkoyringina í miðbýnum.



Tá ein hugsar um allar teir mongu bilarnar sum ein fullsett norrøna tekur, so hevur ein eina mynd av einum langum trafikproppi frá Ánunum og heim á posthúshornið.

Men eisini hetta er skeivt tí ferslan frá skipinum er ikki samanhangandi og tí kemur hetta neyvan at skapa nakrar trupuleikar í býarmyndini.



Vit kunnu fegnast um at býráði hevur gjørt hesa íløguna í Klaksvíkar Havn sum fyri Føroyar longu nú er eitt portur út í heim.