Teir siga seg sjálvir verða Føroya besta dansband – og kunnu dansiáhugaði nú gleða seg til, at Norrøna Dansband fer at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum er vikuskiftið 8. og 9. mai.
Norrøna Dansband var stovnaður eftur ein harmonikutúr við Norrønu, og navni hevur sín uppruna í at teir seks – Annfinn, Árni, Hans Pauli, Saggi, Erling og Gunnar – hittust og spældu saman fyrstu fer umborð á Norrønu.
Norrøna Dansband spælir vælsvingandi dansitónleik við íkasti av dansband og country tónleiki, og hava teir seks allir drúgvar royndir frá føroyska dansi-umhvørvinum.
Lesið meiri um Dansibandsfestivalin í Vági á Facebook síðuni: https://www.facebook.com/dansibandsfestivalur
Dansibandsfestivalurin í Vági




