Sunnudagin kunngjørdi Norska fíggjareftirlitið at teir hava sett Kaupthing í Norra undir umsiting – sum m.a. fíggjar føroyskar vinnufyritøkur
– Avgerðin er tikin fyri at tryggja eina tryggja tilgongd av niðurleggingini av deildini í Norra.
– Hetta verður gjørt fyri at tryggja at norskir kredittorar verða tryggjaðir, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum var sent fjølmiðlunum seint sunnukvøldið.
Í tíðindaskrivinum stendur at stigið var neyðugt tí at samstundis sum norska deildin hjá Kauphtin var hildin uppat at gjalda út til tey sum áttu pening í bankanum so helt virksemið hjá Kaupthing í Íslandi fram sum vanligt.
Hetta var greitt hósdagin tá norkir kundar í netbanka Kaupthings ikki longur fingu atgongd til pengar sínar.
Viðskiftafólk hjá Kaupthing í Norra eru tryggja av norska innsetaragrunninum, sum merkir at innskot sum eru niðanfyri 2 milliónir norskar krónur eru tryggjaði.
Sambart íleggjargrunninum kunnu viðskiftafólkini vanta at fáa innistandandi pening út um einar tvær vikur.
Tað er alment kent at føroyskar vinnufyritøkur hava verið fíggjaðar úr norsku deildini hjá Kaupthing.




