Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norska kirkjan umrøður Koranina

Helgi Abrahamsen

Á einum fundi í dag skulu teir 12 biskuparnir í Noregi taka støðu til, um tað í norsku kirkjuni skal vera loyvt at lesa úr Koranini í sambandi við gudstænastur, vígslur og jarðarferðir.

Ein av biskupunum, Halvor Nordhaug, sigur við blaðið VG, at hann heldur tað vera í lagið, í avmarkaðan mun at lesa úr Koranini í norskum kirkjum.

“Hetta er eitt viðbrekið evni, men tað eru nógvir tekstir í Koranini, sum í sær sjálvum ikki eru í ósamsvari við kristnu trúnna. Hinvegin ber ikki til at hava nakað við í eini gudstænastu, sum beinleiðis mótstrýðir kristnu trúnni,” sigur hann.

Hann vísir á, at trupulleikin verður alsamt meira viðkomandi, millum annað í sambandi við vígslur millum fólk við ymiskari trúgv, jarðarferðir og skúlagudstænastur.

Tað øvugta hevði ikki kunna hent

Blaðstjórin á kristna blaðnum Dagen, Vebjørn Selbekk, sigur, at hann er skelkaður av, at upplestur úr Koranini so mikið sum verður viðgjørdur á einum slíkum fundi.

“Hvat í verðini hevur Koranin at gera í eini kristnari gudstænastu?” spyr hann. “Um tørvur er á at lesa úr Koranini í sambandi við eina jarðarferð, so eigur jarðarferðin at vera úr eini mosku,” sigur hann.

Vebjørn Selbekk vísir á, at upplestur úr Bíbliuni hevði undir ongum umstøðum verið góðkendur í eini mosku.