Sendikvinnan, Katja Christina Nordgaard, tók við starvinum í Danmark 1. september 2021. Hon hevur m.a. verið fyrisitingarligur leiðari fyri burðardyggari menning í Uttanríkisráðnum.
Fyri tað hevur hon verið sendikvinna í Bangkok, verið á norsku sendistovuni í London og Pretoria, eins og hon hevur havt ymisk størv í Uttanríkisráðnum.
Talan var um almenna vitjan í Føroyum, sum norski sendiharrin í Føroyum, Petur Even Djurhuus, stóð fyri. Tá ið Katja Nordgaard tók við starvinum í Danmark í fjør, var ynski hennara at læra føroyska samfelagið, mentan og vinnulív betri at kenna.
Tey hava vitjað á Tórshavnar kommunu, á Bakkafrost, SEV, Listasavninum, Norðurlandahúsinum, og í dag lá so leiðin til Klaksvíkar, har tey sóu Christianskirkjuna.
Alex Sólstein greiddi frá um altartalvuna, bátin og 4000 ára gomlu offurskálina, sum í dag verður brúkt sum doypifuntur.
Eisini komu fleiri søgur um flóttafólk undir krígnum frá vesturlandinum í Noregi – Ålesund og har um leiðir. Í Klaksvík búðu væl yvir hundrað norrmenn, kvinnur og børn undir seinna heimsbardaga.
Síðani varð farið í kirkjukjallaran, har Dávur Winther greiddi frá um meistaraverkið hjá Edward Fuglø, “Jesus úr Nasaret”, ið varð avdúkað í sambandi við, at kirkjan fylti 50 ár í 2013.
Katja Nordgaard, norska sendikvinnan í Danmark var hugtikin av vitjanini í Klaksvík, har hon eisini varð kunnað um, at Sojna, drotning av Noregi var í Christianskirkjuni í juli 2014 í somu ørindum – tó á óalmennari vitjan.
Drotinigin var hugtikin av kirkjuni, meistaraverkinum hjá Edward Fuglø, eins og søgunum um norsku flóttarfólkini, sum høvdu búð í Klaksvík undir krígnum.
Tað vórðu ikki nógvar myndir tiknar av drotningini, men tó gav hon loyvi til, at tikin varð ein mynd av takkarskrivi, kong Håkun sendi til fleiri í Klaksvík við tøkk fyri “hjælpen til frigjørelsen af Norge under krigen”.
Í morgin liggur leiðin aftur til Danmarkar hjá Katju Nordgaard, norsku sendikvinnuni í Danmark.



















