Dómaramistøkini hjá norska dómaranum “Ovrebo” kostaðu Chelsea plássið í Champions League finaluni og spurningurin er um ikki hetta eigur at kostað dómaranum dýrt
DIDIER DROGBA stendur til leikbann eftir hann saman við øðrum Chelsea leikarum hótti norska dómaran eftir dystin, skrivað enskir fjølmiðar í morgun.
Dysturin millum Chelsea og Barcelona var framúr spennandi og dramatiskur – tí annað finaluplássið í Champions League finaluni stóð uppá spæl.
Í seinastu minuttunum kemur útjavnandi málið og so var alt á gosið. Løtu seinri er brotsspark, men fyri aðru ella triðjuferð í dystinum avgerð norski dómarin ikki at døma brotsspark til Chelsea og tá dómarin floytar dystin av er alt á gosið.
Lat tað verða sagt púra greitt. Chelsea leikararnir og viðhaldsfólkini høvdu av sonnum rætt til at verða á gosið og spurningurin er um norrmenn heldur skulu halda seg til at arbeiða fisk enn døma Champions-league.
Dómarin var fleiri ferðir hóttir av leikarum og hevði trupult við at sleppa av vøllinum.
Í sjálvari tunellini á veg inn til umklæðingarrúmi – siga eygavitnir at Chelsea áleyparin DROGBA forðar dómaranum at sleppa inni í umklæðingarrúmi og stillar seg millimetrar – andlits – til andslits – við dómaran og meðan hann bukar nevan inn í veggin – fáar sentimetrar frá andlitinum hjá dómaranum, greiðir hann norrmanninum frá hvørjar avleiðingar døming hansara hevur havt fyri Chelsea og hansara yrkisleið sum leikari.
Síðani kemur Michael Ballack eisini upp í leikin og endin er at dómarin Tom Henning Ovrebo flýggjar út aftur á vøllin har trygdarvørar eru – og verður síðani førdur við politivakt inn í umklæingarrúmi.
Dómarin eigur eisini at verða straffaður
At Chelsea leikararnir eru óðir í høvdinum inn á dómaran er væl skiljandi.
Leikararnir liva sum munkar og venja hvønn dag í árinum og hava strítt seg langt í størstu fótbóltskappingini í heiminum – og so verða teir snýttir fyri trý ella fýra brotsspark í sama dysti – hóast dómarin sær mistøkini og er nærverandi – men velur ikki at døma. Serliga grelt er í tveimum førum – tá bólturin verður steðgaður við hondini ínni í brotsteiginum og tá dómarin dømir fríspark fyri brot – sum verður gjørt inni í brotsteiginum.
Chelsea eigur eisini at fáa bót
At Chelsea leikararnir sleppa framat dómaranum eftir dystin er ein feilur hjá trygdarvørunum og tí eigur Chelsea at fáa straff fyri hetta.
Men at Chelsea leikarar gerast óður í høvdinum av leikluti dómarans – er væl skilligt og eigur ikki at verða straffa í hesum førinum.
Enskir fjølmiðlar rógva upp undir at UEFA ikki ynskti tvey ensk lið i finaluni – tí so far finalan ikki eins nógva eksponering – sum tá tvey lond kappast í finaluni og tí vóru boð givin til dómaran um at royna at ávirkað dystin.
Hettar er uttan iva tað royna tvætl men um so er at dómarin ikki verður sektaður fyri síni tilvitaði mistøk – er orðsøk til at seta ein djúptøkna kanning í verk av viðurskiftum í UEFA.
UEFA er ein sera afturlatin felagsskapur og nógvar skandalur hava verið har stóru fótbóltsfeløgini – sum ár um ár koma út við milliarda undirskotum á botnlinjuni og vaksandi undirskotið – tó sleppa at halda fram.
Undirritaði er als ikki Chelsea viðhaldsmaður – lata ongan iva verða um tað – men sjálvandi havi eg sæð hvussu fatalar avleiðingar ein dómaraavgerð fara fyri eina kapping.
At Chelsea leikararnir eru uppøstir er als ikki løgið – men at teir skulu straffast fyri vantandi trygdarvørar á Stamford Bridge og uppøsandi døming – er púra burtur við.
John William Joensen




