Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norskir leikarar settir í samband við KÍ

Jákup Ósá

Í norskum miðlum eru fleiri norskir leikarar settir í samband við KÍ.

R-b.no er miðil í Molde, sum hevur tosað við KÍ-venjaran Magna Hoseth. M.a. er nevnt, at ein av Molde-málverjunum Alex Craninx hevur sagt nei til KÍ. Síðani eru tveir álopskendir leikarar nevndir. 23 ára gamli álopsleikarin, Sivert Stenseth Gussiås, sum hevur spælt við Sandefjord í bestu deildini. Og 23 ára gamli Tobias Hammer Svendsen, sum er álopskendur leikari og sum síðstu tíðina hevur spælt við Lillestrøm. 

– Hetta eru leikarar, sum tað er natúrligt, at vit tosa við, men tað standa nógv nøvn á listanum, sum vit arbeiða við. Tað týdningarmiklasta er, at vit finna røttu typurnar, sum eru motiveraðar til eitt spennandi fótbóltsævintýr, sigur Magne Hoseth við r-b.no

Harleywoodpaint