Týsdagin 26. juni komu 3 skótaleiðarar frá Norsk Spejderforbund, úr Lyngdal, sum liggur í Suðurnoreg, at vitja her í Norðuroyggjum.
Teir høvdu ikki verið í Føroyum fyrr, og kallaðu ferðina eina Víkingaferð vestur í hav. Teir vistu, at náttúran her var eitt sindur annarleiðis enn í Noreg, og teir væntaðu at síggja fleiri reyðhærd, veðurbard fólk, sum líktist eitt sindur víkingum, men, so var ikki, teir hildu, at fólk vóru blíðlig og hjálpsom her hjá okkum, og eisini løgdu teir merki til, at fólk tosaðu og heils aðu tá tey møttust.
Seyðirnir her í Føroyum eru nógv meira fjølbroyttir enn í Noreg, tí har eru bert svartir og hvítir seyðir, meðan vit hava bæði morreyðar, sprøklutar og
svartar og hvítar seyðir. Eisini vóru teir glaðir fyri at síggja veðrar her, tað sóu teir ikki har hjá teimum.
Norðmenn eta eisini turka lambakjøt, sum teir kalla Fenarlår, og tá er tað fyrst saltað og síðani turkað.
Teir høvdu á munni, hvussu reint og ruddiligt tað var allastaðni í býnum her í Klaksvík.
Teir undraðist yvir tær smáu bygdirnar í Føroyum, sum hava hvør sítt navn, og liva sum eitt samfelag fyri seg.
Tá vit vóru ein túr úti í Grøv, sóu vit eitt torvhús, sum var laða upp av gróti, og býargartnarin saman við arbeiðsfólkinum løgdu flagtak á, so teir norsku
skótaleiðarnir fingu eitt prát við býargartnarin, sum segði teimum frá Torvhúsum fyrr í tíðini.
Teir vóru sera glaðir fyri at vitja í Føroyum, og ætlaðu møguliga at koma ein túr aftur um nøkur ár.
Bilarnir koyrdu heldur skjótt hildu teir eisini.




