Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norskt kór framførir saman við tónleikarum gammeldansmessu um vikuskifti

Jóhann Lützen

Tvær áhugaverdar konsertir verða um vikuskiftið. Tann fyrra í Havnar kirkju fríggjakvøldið og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið

 

Vindens Hjul er ein sonevnd «gammeldansmessa». Gammeldans er felagsheiti fyri traditionellan fólkadans í Noreg. Oftast verður dansað til harmonikufylgjuspæl.

Gammeldansmessa er ein samanblanding av traditionellum dansiløgum og katólsku messuni við sínum føstu liturgisku liðum.

Vindens Hjul er heitið á messuni, og tað serstaka við henni er, at hon broytist frá framførslu til framførslu, tí improvisitatión er stórur partur av messuni.

 

Norska Solheimkoret kemur til Føroya á vitjan og fer um vikuskiftið at hava tvær framførslur. Tann fyrra verður í Havnar kirkju fríggjakvøldið kl 20.00 og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið kl 20.00
Saman við norska kórinum og tónleikarum fara eisini Sanna Bæk Hoydal, sang og Angelika Hansen, violin at luttaka. Á konsertini í Klaksvík luttekur kórið í Christianskirkjuni saman við norsku gestunum.

 

Kórleiðari er Inger Pernille Stramrud