Í eini kronikk á IntraFish rópar Atle Eide, fyrrverandi forstjóri í MOWI, varskó, tí norska stjórnin ikki skaffar vinnuni aliøkir og ætlar at brannskatta laksaalingina. Avleiðingin verður, at vøksturin fullkomiliga steðgar upp.
Ætlanin hjá norsku stjórnini um at áleggja laksaídnaðinum ein nýggjan tilfeingisskatt á 40% av úrslitinum hevur elvt til nógv kjak í Norra. Í vikuskiftinum loysti ein av ‘the grand old men’ í norsku alivinnuni, Atle Eide frá posabandinum í eini kronikk. Hann fílist á mismunin, sum norska stjórnin ger á alivinunni og oljuvinnuni.
Í oljuvinnuni hevur norska stjórnin gjørt nógv burtur úr at fáa til vega nýggj leitiøkir, soleiðis at oljufeløgini framhaldandi kunnu veksa um sítt virksemi.
“Oljuleitingarfeløgini – nógv av teimum útlendskir risar – koma til dekkað borð” skrivar Atle Eide í kronikkini. “Alt er fyrireika av norsku stjórnini. Tí hava vit havt ein ævintýriligan og av norska statinum væl tilrættislagdan vøkstur í oljuvinnuni.Soleiðis er tað ikki í alivinnuni. Her ger staturin onki.”
Í kronikkini vísir Eide á, at talið av útsettum smoltum øktist við 5,8% í 2022, meðan vøksturin í loyvdum alimongdum bert øktist við 1,5%. Avleiðingin verður øktur framleiðslukostnaður, størri felli og lúsatrupulleikar.
Kronikkin endar við retoriska spurninginum: Hví vil norski staturin ikki skapa nøktandi karmar fyri burðurdyggum vøkstri í sjógvalingini, tá sami statur vil gera alt fyri at skapa vøkstur í oljuútvinning? Kann tað vera tí, at arbeiðsplássini liggja í smáu lokalsamfeløgunum og ikki í stórbýunum?
Kronikkin kann lesast í fullum líki her: Atle Eide: Det blir ingen vekst i tradisjonelt oppdrett | IntraFish.no



