Leygarkvøldið fer DJ K-1 at spæla tónleik í Barok.
Talan er um Kjell Andreasen, sum hevur verið DJ runt í Noreg í mong ár. Hann spælir alt slag av tónleiki og eisini ger hann nakað av beet-mixing. Hetta er fyrstu ferð, at K-1 roynir seg sum DJ í Føroyum, so spennandi verður at hoyra henda norrmannin.
Fríggjakvøldið byrjar sum vanligt við Pub-Quiz’inum og super rundu sum Kristian skipar fyri.
Livandi tónleikin hetta vikuskiftið skipa Karl Martin og co fyri.
So norskur DJ í Barok. Pub-Quiz og livandi tónleikur við Føroya besta sangara í Fortuna, so tað er okkurt fyri øll.




