Eitt av skipunum í FAS-skipanini er ákært fyri oljuleka innanskerðs í Noregi. Norlines-skipið ”Sunnmøre”, ið er skrásett í FAS-skipanini og siglir undir føroyskum flaggi var í februar úti fyri einum óhappi, tá eini 300-400 litrar av smyrjiolju endaðu á sjónum.
Eitt av skipunum í FAS-skipanini er ákært fyri oljuleka innanskerðs í Noregi.
Norlines-skipið ”Sunnmøre”, ið er skrásett í FAS-skipanini og siglir undir føroyskum flaggi var í februar úti fyri einum óhappi, tá eini 300-400 litrar av smyrjiolju endaðu á sjónum.
Skipið var á veg frá Mo i Rana umvegis Ørnes til Narvik. Sambært einum innliti Norðlýsið hevur fingið frá norska sjóvinnustýrinum, so royndi manningin at rætta eitt brek í maskinuni, tá teir tann 16. februar varnaðust at smyrjiolja var likin út. Teir lógu tá uttanfyri Værnes.
Skipið boðaði sjálvt frá um lekan. Teir høvdu tá siglt ein tein uppá umleið 25 fjórðingar, tá teir varnaðust óhappi.
Norskir myndugleikar kanna nú málið.
Sí PDF




