Atli Simonsen, sølustjóri hjá North Pelagic, sigur í samrøðu við Norðlýsið, at orsøkin til, at North Pelagic luttekur á stóru sølustevnuni og sjóvinnumessuni í Barcelona, er, at møta kundum, sum teir annars hava samskifti við ígjøgnum internetið og telefonina, andlit til andlits.
Tað eru liðin 2-3 ár, síðani sølustevnan var seinast, so hetta er eitt kærkomið høvi at hittast aftur. Tað góða við messuni er, at tey kunnu møta øllum kundunum í senn og á sama staði. North Pelagic er við á sølustevnuni hvørja ferð, hon er, sigur sølustjórin.
North Pelagic selur fisk, eisini undir núverandi umstøðum, har ongir russarar og bert fáir ukrainarar eru við á messuni, og tað er eisini undarligt, viðurkennir Atli Simonsen. Asiatarnir halda seg eisini aftur, tí har eru trupulleikar við at ferðast í løtuni.
Men annars sær tað gott út; fyritøkan fær nógvar fyrispurningar, og nógv er á goymslu at selja. Mong spyrja eftir fiski, og prísirnir eru á góðari leið. Flestu kundarnir hjá North Pelagic eru tí europearar.



