Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nøvan fekk stóran skaða í ódnini

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í Ódnini um 23 tíðina sleit alibáturin Nøvan, sum lá í Haraldssundi endarnar og rak suður á byrgingina um sundið. Menn vóru á staðnum við tað sama, men ikki var hugsingur um at gera annað enn at royna at halda honum fast har hann lá.

Í gjár týsdagin, varð Nøvan so tikin upp á land og sum sæst á myndunum, so er skaðin stórur á bátin. Tað er Mekanor við Kjartan Hansen, ið eigur Nøvina. Í stuttari viðmerking sigur Kjartan Hansen, stjóri á Mekanor, at sum støðan er nú, verður mett um, saman við tryggingini hvat skal gerast við bátin. Báturin lá við stýriborðs síðu ímóti útfyllingini um sundið alla náttina, so á tí síðini hevur báturin fingið stóran skaða. Aftur at tí, so koppaði báturin í einum óløgi, har hann lá og tað hevði við sær at maskinan hevur verið undir í vatni. Nøvan er smíðað á Tvøroyri í 1989 og er um 10 metrar long.