Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Noy til ein stjóra afturat á LS – við ongari ábyrgd

Norðlýsið

Tað gevur onga meining at seta á stovn ein yvirbygnað á sjúkrahúsverkinum við einum super-stjóra, tá tað jú álíkavæl er landsstýrismaðurin sum hevur alla ábyrgd um okkurt er sum tað ikki skal verða. Í dag brúka politikara nógv orku uppá at flyta fokus frá tí tað verðurliga snýr seg um – sjúklingin og yvir á tey smáðu sjúkrahúsini, sum nú sýnast at vera orsøk til alla neyð og elendigheit á okkara meginsjúkrahúsið. Onkur av politikarunum veit so væl at siga frá, at vit hava alt ov nógvar “lokalar” stjórar so pengarnir sum eru játtaðir til sjúkrahúsverkið koma ikki sjúklinginum til góðar.

Tað gevur onga meining at seta á stovn ein yvirbygnað á sjúkrahúsverkinum við einum super-stjóra, tá tað jú álíkavæl er landsstýrismaðurin sum hevur alla ábyrgd um okkurt er sum tað ikki skal verða.

Í dag brúka politikara nógv orku uppá at flyta fokus frá tí tað verðurliga snýr seg um – sjúklingin og yvir á tey smáðu sjúkrahúsini, sum nú sýnast at vera orsøk til alla neyð og elendigheit á okkara meginsjúkrahúsið. Onkur av politikarunum veit so væl at siga frá, at vit hava alt ov nógvar “lokalar” stjórar so pengarnir sum eru játtaðir til sjúkrahúsverkið koma ikki sjúklinginum til góðar.

Um vit hyggja at bygnaðinum á teimum trimum sjúkrahúsunum, so finnist eitt heilt lag av stjórum, sum als ikki er á teimum smáu sjúkrahúsunum. Áhugavert hevði verið at vita hvussu bygnaðurin sær út á Landssjúkrahúsinum, í mun til tey smáu sjúkrahúsini, frá stjórn og niður til deildarleiðaraniveau.

Tað verður ikki nógv viðgerð sum fæst fyri teir pengarnar sum lokalu stjórarnir fáa, um tað eru stjórarnir á teimum smáu sjúkrahúsunum sipa verður til. Tað kann hugsast, at um tað var ein stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini, bleiv neyðugt at skipa bygnaðin við deplum, eins og tað er á Landssjúkrahúsinum. Tá kundi tað verði skjótt til at tað blivu einar tveir til tríggir deplar á Klaksvíkar sjúkrahús og tað saman á Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta hevði viðført, sum tað ofta ger við samanleggingum ein meiri kostnað.

Politikarnir í Føroyum eiga at vera nógv meiri inovativir og hugsa í alternativum loystnum, heldur enn at samanlíka okkum við danska heilsuverkið, sum nú í fleiri ár hevur trilva seg fram og ikki enn funnið rætta leistin. Hildi var, at tað fekst meiri heilsa fyri hvørja krónu, um gjørd vóru 5 supersjúkrahús í Danmark. Hesin leistur sær nú út til ikki at vera tann rætti. Sjúklingarnir eru fyri tað mesta á landavegnum, tí teir vera koyrdir frá einum stað til annað. Í Danmark roynir man nú at finna decentralar loysnir.

Á myndini síggja vit eitt yvirlit yvir leiðslubygnaðin á Landsjúkrahúsinum og áhugavert hevði verið at fingið at vita hvussu nógvir stjórar og depilsleiðarar eru á Landsjúkrahúsinum – og hvussu nógv kann sparast um ymisku leiðslurnar vóru lagdar saman.

Setti politiska skipanin fokus á “lokalu” stjórarnar í Havn var uttan iva rúm fyri rationaliseringum sum vildu nakað.